Mentan

POUL 104 ÁR

Í dag fyllir Poul Olsen í Vági 104 ár. Kom at kenna Poul frá Meinighetshúsinum í Vági, har hann plagdi ganga á møti

2022-07-19 21:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

POUL 104 ÁR

Í dag fyllir Poul Olsen í Vági 104 ár. Kom at kenna Poul frá Meinighetshúsinum í Vági, har hann plagdi ganga á møti. Ein hugnaligur maður at møta. Í 2019, tá ið hann var 101 ára gamal, gjørdi eg samrøðu við hann til bókini ”Skakandi tilburðir nr 14. Har greiðir hann frá fleiri dramatiskum hendingum, hann hevur upplivað gjøgnum sítt langa lív. Tað var áhugavert at sita í heimi hansara í Vági og lurta meðan hann, púra klárur við einum klistriheila, segði frá. Hann mintist út í smálutir alt, hann hevði verið ígjøgnum. Gott at hava fingið hendingarnar skrivaðar niður
Poul er pápabeiggi Vilhelm Olsen trúboðara.

Til lukku, Poul, og Guðs signing á lívskvøldinum.

John Myllhamar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder