Mentan

Páskadag

Latum okkum øll biðja.

2023-04-09 09:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Harra, vár Guð, himmalski faðir. Vær tøkkum tær fyri stóru náði og miskunn tína, at tú hevur givið upp son tín fyr syndir okkara og reist hann upp frá deyðum, okkum til æviga rættvísi. Vær biðum teg: gev okkum heilaga anda tín, sum kann leiða og stýra okkum eftir vilja tínum og av náði  varðveita okkum í sannari og livandi trúgv, varða okkum frá øllum syndum og eftir hetta lív vekja okkum upp til hitt æviga lívið fyri elskuliga son tín, Jesus Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar Amen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder