Fríggjadagin 28. oktobur til sunnudagin 30. oktobur hevur Open Doors eina spennandi ráðstevnu í Lívdini. Vit koma hoyra frá Ibrahim, sum er pastorur í Sýria. Hann hevur eina sterka søgu, um hvussu hann kom gjøgnum kríggið, og hvussu samkoman megnaði at yvirliva harðrendu forfylgingin av ISIS.
Eisini kemur Bitten Høgh, ið hevur verið trúboðari í Kina í 27 ár, at hava tveir fyrilestrar, um hvussu hon brúkti handilsvirksemi, at náa kinverjar við evangeliinum.
Monika Kunoy Sharp luttekur eisini, og kemur hon, at greiða frá hvussu kristin verða jagstrað í Suður Filippinunum.
Vit gleða okkum at síggja teg!
Skrá:
Fríggjakvøld 20:00 Møti við Ibrahim
Leygardag 11:00-11-45: Fyrilestur við Bitten Høgh (fyrri partur). Evnið er: "Hvussu brúkar handilsvirksemi sum amboð í trúboðan."
Steðgur: Ábit og Kaffi
Leygardag 12:15 -13:00 Fyrilestur við Bitten Høgh (seinni partur).
Leygarkvøld 18:00 Møti við Moniku Kunoy Sharp og Jens Kristian Jensen
Leygarkvøld 21:00 Ungdómsmøti við Ibrahim
Sunnumorgun 11:00 Møti við Róa Norðoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald