Fimm hagapartar luttóku. Sýnarar vóru Ottar, Arnjohn og Tórður. Íalt vóru 44 veðragjólingar og 8 veðrar sýndir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3. Besta veturgamla veðr. 1, 2, og 3. Besta eldri veðr. 1, 2, og 3.
Bestu veðragjólingar
- Eigari Frederik Isaksen, Ognarhagin
- Eigari Steinar R. Jakobsen, Leynahagi - Frammanfyri húsini
- Eigari Øssur Andreassen, Frammi hagi
Bestu hagar
- Frammi í haga við 18,13 stigum í miðal
- Norði hagi 17,50 stigum í miðal
- Leynahagi - Framman fyri húsini 17,00 stigum í miðal
Besti veturgamlir veðrar
- Eigari Øssur Andreassen, Frammi haga
- Eigari Øssur Andreassen, Frammi haga
- Eigari Óli Hans Olsen, Norðihagi
Besti eldri veðrur
- Eigari Steinar R. Jakobsen, Leynahagi - Frammanfyri húsini
- Eigari Øssur Andreassen, Frammi haga
Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til og lótu stuðul. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári.
Vinarliga
Fyriskipararnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald