Vestmanna:
Málið er at gera Fitjar til ein mentanardepil – ikki bara fyri vestmenningar, men ein, ið eigur megi at draga fólk til sín og savna fólk úr øllum heraðshornum.
Tað verður gjørt við áhugaverdum tiltøkum og góðum stuttfluttum mati í hesum serstakliga vakra og hugnaliga umhvørvi.
FAKTORHÚSINI VERÐA SKRIVSTOVA, FYRILESTRARHØLI OG KAFFISTOVA.
Faktorhúsini verða umvæld í samsvari við upprunaliga sniðið.
Í uppskotinum verður lagt upp til nakrar broytingar í innrættingini. Tað er umráðandi fyri ætlaðu nýtsluna og verður gjørt við virðing fyri søguliga virðinum og byggilistini í húsunum. Ætlanin er, at faktorhúsini skulu nýtast til skrivstovu, fyrilestrarhøli og kaffistovu.
FYRILESTRARHØLI
Eystara lonin er ætlað til kaffistovu og fyrilestrarhøli. Lagt verður upp til at gera nakrar broytingar í hesum partinum á húsunum soleiðis, at eitt stórt avlangt rúm fæst burturúr, sum er rúmligt og opið upp í tróður. Rúmið verður innrættað við nýggjum sniðgivnum innbúgvi s.s. stólum og lampum, ið greidliga skilja seg frá dáminum á husunum annars.
KAFFISTOVA
Miðlonin í faktorhúsunum verður umvæld í samsvari við upprunaliga sniðið og nýggjur køkur og vesi gerast.
Miðlonin er, umframt at vera bindiliður millum lonirnar, eisini móttøka.
SKRIVSTOVA
Vestara lonin í faktorhúsunum verður umvæld og innrættað sum skrivstova við plássi til 2-4 starvsfólk.
PAKKHÚSIÐ VERÐUR GJØRT TIL FYRILESTRAR OG TILTØK
Pakkhúsið verður umvælt í samsvari við upprunaliga sniðið. Viðurin verður reinsaður, húsini bjálvað uttan, og flag lagt á tekjuna. Við hesum umvælingum fáa húsini bæði ein felags dám, og tá ið túnið er steinsett, og vøksturin kring húsini er komin fyri seg, verður staðið sjónligari sum ein søguligur býlingur í bygdini. Lagt verður upp til at verandi innveggir og hæddarskilnaðurin verður tikin niður, so opið verður upp í tróður.
Ætlanin er, at pakkhúsið skal nýtast til fyrilestrar, skeiðvirksemi og onnur tiltøk, ið fólk kunnu leiga húsið til. Suðureftir er ætlanin at gera 3 stór vindeygu, sum líkjast opnum neystalúkum.
Á myndini er víst støða við skeiðsvirksemi í bygninginum
Uppskotið er treytað av at loyvi fæst til neyðugu broytingarnar
Í uppskotinum er lýst, hvussu ognirnar á Fitjum verða brúktar, og hvørjar ábøtur eru neyðugar, skulu húsini kunna tæna tí endamáli, uppskotið miðar eftir.
Uppskotið er tí treytað av, at friðingarmyndugleikin loyvir neyðugum broytingum.
Bygdarráðið fer nú at gera sítt til, at verkætlanin kann gerast veruleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald