Mentan

Nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju

Konsert verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagiin.

2024-01-18 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Sunnudagin 21. januar kl. 17 verður urgukonsert í Hoyvíkar kirkju. Ari Hammer Joensen spælir.


Ari vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.


Talan er um eina nýggjarskonsert við festligum tónleiki, sum Ari sjálvur hevur valt. Á skránni verða verk eftir Bach, Reger, Waldteufel og Bizet.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder