Setur.fo skrivar:
Síðani fyrsta marknatrætan við umskarandi ytru landgrunskrøvum (t.e. øki uttan fyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum) varð latin altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í 2012, eru nú sjey dóms- og gerðarrættarúrskurðir, ið viðgera slíkar marknatrætur. Seinasti úrskurðurin er frá november í fjør.
Felags fyri allar hesar træturnar er, at ytri landgrunskrøvini hjá stríðandi pørtunum ikki hava verið viðgjørd og eftirmett av landgrunsnevndini hjá ST. Umframt at hetta kann hava avbjóðingar fyri sjálva marknaásetingina, útgreinar Bjørn Kunoy eisini, hvussu slíkar marknaásetingar kunnu hava við sær avbjóðingar, tá tað snýr seg um grundir fyri, hvussu og undir hvørjum umstøðum løgdømi hjá einum altjóða dómstóli ella gerðarrætti skal útinnast.
Grundað á hetta, greiðir Bjørn Kunoy frá, undir hvørjum umstøðum dómstólar og gerðarrættir í øllum marknatrætunum, har partarnir hava umskarandi landgrunskrøv til øki uttan fyri 200 fjórðingar frá grunnlinjum, hava játtað at útinna løgdømi uttan mun til, at eingi viðmæli frá landgrunsnevndini hjá ST fyriliggja.
Sambært niðurstøðunum eru fýra ymiskir leistir, ið tó allir hava ávis felagstekin. Bjørn Kunoy kemur fram til, at serliga tveir leistir kunnu elva til órógv millum lond. Hetta tí at grundgevingarnar hjá dómstólunum og gerðarrættum fyri at útinna løgdømi eru at kalla ósambærligar. Hetta kemur fram í dómsúrskurði hjá altjóða dómstólinum í Haag í trætu millum Kolumbia og Nikaragua øðrumegin og dómsúrskurðurin hjá sama dómstóli í trætu millum Somalia og Kenya hinumegin.
Samandráttur av greinini kann lesast her.
Tíðarritið Canadian Yearbook of International Law verður útgivið av Cambridge University Press.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald