Á Snar er nýggj temasíða um tjóðarhetjuna Magnus Heinason. Síðan er gjørd eftir nýggjum temaleisti í nútíðar sniði
Magnus Heinason verður vanliga sagdur at vera ein av okkara tjóðarhetjum. Kortini vita flestu føroyingar lítið um hann. Endamálið við temasíðuni er at greiða frá lívi Magnusar. Hvør hann var, og hví er hann tjóðarhetja í Føroyum?
Úr søguni um Magnus Heinason kunnu nevnast hesir tættir: Magnus var føddur í 1545, Hann vardi føroyingar móti sjórænaraálopum. Hann stríddist fyri niðurlendingar í frælsisstríðnum móti spaniólum. Hann vann sær stóra virðing millum føroyingar fyri síni kappabrøgd. Hann var ákærdur fyri svik og neyðtøku. Hann varð dømdur til deyða og hálshøgdur í Keypmannahavn í 1589. Eftir deyðan varð hann fríkendur.
Undirvísingargongdir
Undirvísingargongdir eru gjørdar til temasíðuna. Hesar eru ætlaðar at brúka í fólkaskúla, og við hvørja undirvísingargongd er tilskilað, á hvørjum aldursstigi, tær eru egnaðar at brúka.
Nýtt snið
Í sambandi við temasíðuna um Magnus Heinason verður eisini ein nýggjur temaleistur tikin í brúk til temasíðurnar á Snar. Sniðið er nútíðarhóskandi og brúkar alla víddina á skerminum.
Livandi temasíður
Temasíðurnar á Snar eru livandi og kunnu altíð broytast og tillagast. Snar tekur tí fegin móti nýggjum hugskotum og undirvísingargongdum, bæði til hesa síðuna um Magnus Heinason og aðrar temasíður. Samsýning verður givin fyri arbeiðið.
Lærarar og onnur eru eisini vælkomin at venda sær til ritstjórnina á Snar við hugskotum um nýggjar temasíður. Fyrispurningar skulu sendast til [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald