Mentan

Nýggj fløga við Eyðun Jacobsen

Fríggjadagin 18 nov. kemur út nýggj fløga við Eyðun Jacobsen. Fløgan ber heiti Ert tú til reiðar.

2022-11-14 18:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fløgan inniheldur 13 andaligar country sangir, har av 10 eru sangir sum Buck Owens gjørdi kendar.

Innspælingarnar eru farnar fram í Crossroads Studios í Arden NC og í studionum hjá Erik Biskopstø í Klaksvik. 

Í samband við útgávuna vera 2 útgávukonsertir. Tann fyrra verður fríggjakvøldið 18 nov. kl 20 í Kelduni í Skálafirði. Tann seinna verður leygarkvøldið 19 nov. kl 19 í Oasuni í Hoyvík.

Tað er ókeypis atgongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder