Mentan

Nýggj áhugaverd frímerki frá Posta koma út í dag

Felagsnevnarin fyri tey bæði frímerkini, sum koma út í dag, er friður.

2023-05-09 16:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


 

Friðarlag

Tað fyrra frímerkið hevur Edward Fuglø sniðgivið og hevur tað heitið ”Friðarlag”. Hermaðurin við fagottini, blómunum og friðardúgvuni vekir hugmyndasamband við

yrkingina ”The Strangest Dream” hjá Ed McCurdy. Vit, ið vuksu upp undir kalda krígnum, minnast við ekka og stúran aftur á óunniliga atomara stígin millum eystur- og vesturheimin í kjalarvørrinum á seinna heimsbardaga.

 

Friður - hægsta virði mannaættarinnar

Hetta er evnið fyri Evropa-frímerkini í 2023, og verður tað lýst við einum felags myndevni, sum øll luttakandi postverk geva út í 2023.

Myndevnið er úrslit av eini kapping, og ímyndar eitt nýtt friðarmerki. Íblásturin er frá keltiska kærleiksknútinum við samantvinnaðum hjørtum.

Teir ymisku litirnir súmbolisera allar heimsins tjóðir, og hendurnar við flættaðum fingrum bera boð um virðing sínámillum. Snið: Linda Bos og Rúna Egilsdóttir.


Les áhugaverdu greinarnar um frímerkini á www.stamps.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder