Mentan

Nú verður møguligt at byggja frítíðarhús í Hesti

Tórshavnar kommuna bjóðar út tvey lendi í Hesti til bygging av frítíðarhúsum. Eitt lendi er við havnarlagið, meðan eitt er inni í bygdini. Freistin at lata inn tilboð er 16. januar 2023 klokkan 12.

2022-11-03 17:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Útbjóðing av lendi í havnarlagnum í Hesti

Talan er um part av matr. nr. 10a á havnarlagnum í Hesti, umleið 1900 m2. Økið er ein útfylling framman fyri gomlu fjøruni. Tá aling var í Hestfirði, bleiv hetta økið brúkt til goymslu av aliútgerð, men síðani alingin steðgaði, hevur økið ikki verið brúkt til nakað ávíst. Útfyllingin er somikið breið, at tað í støðum ber til at byggja millum vegin og bakkan. Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin verður skipað, men kravið er, at byggingin ber í sær íblástur frá neystaskapinum og sostatt eini bygging, ið er eyðkend við sjóvarmálan í Føroyum.

Freistin at lata inn tilboð er 16. januar 2023 klokkan 12.

Tú sært alt útbjóðingartilfarið her:

Útbjóðing av lendi í Havnarlagnum í Hesti til bygging av frítíðarhúsum


Útbjóðing av lendi í Hesti

Talan er um part av matr. nr. 101 í Hesti, umleið 3.300 m2. Økið liggur í sunnara endanum av bygdini og verður eitt framhald av bygda økinum. Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin verður skipað, men kravið er, at byggingin ber í sær íblástur frá verandi bygdadámi.

Freistin at lata inn tilboð er 16. januar 2023 klokkan 12.

Tú sært alt útbjóðingartilfarið her:

Útbjóðing av lendi í Hesti til bygging av frítíðarhúsum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder