Mentan

Nú eru vit 54 túsund

Fólkatalið heldur fram við at vaksa, og 1. juni búðu fyri fyrstu ferð 54.000 fólk í Føroyum. Síðani 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 1,3%. Lutfalsligi vøksturin er lægri enn í undanfarnu tíðarskeiðum, og tað kemur serliga av eini minking í burðaravlopinum.

Mynd: Hagstovan.

Mynd: Hagstovan.

2022-07-11 11:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

  1. juni rundaði fólkatalið 54.000. Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013 lá fólkatalið um 48.000, og fyri fimm árum síðani búðu 50.000 fólk í Føroyum.

Stóri fólkavøksturin seinastu árini er tó viknaður nakað seinastu mánaðirnar. Høvuðsorsøkin er, at færri børn eru fødd og fleiri fólk eru deyð.


Fólkatalið ávirkast av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 162 fólk og eini nettoflyting á 521 fólk.

Í talvuni niðan fyri sæst millum annað, at burðaravlopið er minkað niður í helvt samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta kemur av, at deyðatalið er vaksið eins nógv og føðitalið er minkað.

Lága burðaravlopið verður tó javnað nakað av nettoflytingini, sum seinasta árið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Vøksturin í nettoflytingini kemur av, at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin er vaksin. 

Nettoflytingin økist spakuliga

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

Trendurin gevur ábending um, at munurin millum til- og fráflyting økist. Nú flyta á leið 50 fleiri til Føroya enn úr Føroyum í miðal um mánaðin. Fyri einum ári síðani var munurin umleið 40 fólk.


Burðaravlopið nógv minkað

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at munurin millum fødd og deyð er minkaður nógv seinastu mánaðirnar. Tað kemur av, at fleiri eru deyð enn vanligt hevur verið. Nú verða umleið 10 fleiri fødd enn tað doyggja í miðal um mánaðin. Fram til fyri einum hálvum ári síðani hevur munurin ligið millum 20 og 25 fólk.


Størstu kommunurnar vaksa mest í tali

Av kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Klaksvíkar og Eysturkommunum og minkaði mest í Sands, Hvalbiar og Sørvágs kommunum.

Lutfalsligi størsti vøkstur var í Nes, Eiðis og Eysturkommunum, meðan lutfalsliga størsta afturgongd var í Sands, Húsavíkar og Fámjins kommunum.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum 1. juni 2021 og 2022.

Fólkatalið í kommunum og bygdum

jun 2021 – jun 2022

Tilsamans53.31754.0006831,3


junimunur

20212022persónar%





Fugloyar kommuna383800,0
- Hattarvík101000,0
- Kirkja282800,0
Viðareiðis kommuna352348-4-1,1
- Viðareiði352348-4-1,1
Hvannasunds kommuna423421-2-0,5
- Depil52-3-60,0
- Hvannasund25025331,2
- Múli000-
- Norðdepil165163-2-1,2
- Norðtoftir3300,0
Klaksvíkar kommuna5.3265.397711,3
- Klaksvík4.9685.007390,8
- Árnafjørður7370-3-4,1
- Norðoyri1231533024,4
- Ánirnar535635,7
- Mikladalur232528,7
- Trøllanes1417321,4
- Svínoy3128-3-9,7
- Húsar343400,0
- Syðradalur, Kalsoy7700,0
Kunoyar kommuna149144-5-3,4
- Haraldssund7065-5-7,1
- Kunoy797900,0
Fuglafjarðar kommuna1.5971.622251,6
- Fuglafjørður1.5851.610251,6
- Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2332.297642,9
- Leirvík1.0251.050252,4
- undir Gøtueiði343400,0
- Gøtugjógv4754714,9
- Skálafjørður, Eysturkommuna4400,0
- Norðragøta637671345,3
- Syðrugøta486484-2-0,4
Nes kommuna1.4061.469634,5
- Nes, Eysturoy355365102,8
- Saltnes1361562014,7
- Toftir915948333,6
Runavíkar kommuna4.2594.300411,0
- Oyndarfjørður13113321,5
- Elduvík1211-1-8,3
- Funningsfjørður6561-4-6,2
- Æðuvík10510943,8
- Glyvrar427453266,1
- Lamba164158-6-3,7
- Rituvík305319144,6
- Runavík598590-8-1,3
- Saltangará1.1011.116151,4
- Skipanes4752510,6
- Søldarfjørður370366-4-1,1
- Lambareiði109-1-10,0
- Skála744741-3-0,4
- Skálafjørður136133-3-2,2
- Funningur4449511,4
Sjóvar kommuna1.1401.152121,1
- Innan Glyvur838967,2
- Kolbeinagjógv3532-3-8,6
- Morskranes343512,9
- Selatrað4639-7-15,2
- Strendur942957151,6
Eiðis kommuna765798334,3
- Eiði684716324,7
- Ljósá3736-1-2,7
- Svínáir444624,5
Sunda kommuna1.8201.836160,9
- Norðskáli32833572,1
- Oyrarbakki169166-3-1,8
- Oyri16817021,2
- Gjógv2221-1-4,5
- Haldórsvík11311965,3
- Langasandur5046-4-8,0
- Tjørnuvík474700,0
- Saksun1110-1-9,1
- Hvalvík248265176,9
- Nesvík000-
- Streymnes323322-1-0,3
- Hósvík341335-6-1,8
Tórshavnar kommuna22.54322.9594161,8
- Kollafjørður819832131,6
- Oyrareingir434524,7
- Signabøur14714810,7
- Argir2.4312.483522,1
- Tórshavn13.64613.9062601,9
- Kaldbak25725810,4
- Kaldbaksbotnur98-1-11,1
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes104100-4-3,8
- Hoyvík4.4794.5851062,4
- Norðradalur910111,1
- Syðradalur, Streymoy119-2-18,2
- Kirkjubøur8984-5-5,6
- Velbastaður245242-3-1,2
- Hestur1917-2-10,5
- Koltur000-
- Nólsoy234231-3-1,3
Kvívíkar kommuna613607-6-1,0
- Kvívík39539500,0
- Leynar117112-5-4,3
- Skælingur131300,0
- Stykkið373700,0
- Válur5150-1-2,0
Vestmanna kommuna1.2471.262151,2
- Vestmanna1.2471.262151,2
Vága kommuna2.1652.16610,0
- Sandavágur98299080,8
- Miðvágur1.1391.132-7-0,6
- Vatnsoyrar444400,0
Sørvágs kommuna1.2531.246-7-0,6
- Sørvágur1.1481.146-2-0,2
- Bøur7472-2-2,7
- Gásadalur1413-1-7,1
- Mykines1715-2-11,8
Skopunar kommuna45945900,0
- Skopun45945900,0
Sands kommuna554524-30-5,4
- Sandur554524-30-5,4
Skálavíkar kommuna13813800,0
- Skálavík13813800,0
Húsavíkar kommuna113107-6-5,3
- Dalur3735-2-5,4
- Húsavík6662-4-6,1
- Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna414100,0
- Skúgvoy313100,0
- Stóra Dímun101000,0
Hvalbiar kommuna680667-13-1,9
- Hvalba609599-10-1,6
- Sandvík7168-3-4,2
Tvøroyrar kommuna1.7671.777100,6
- Froðba28429062,1
- Trongisvágur52652820,4
- Tvøroyri86987120,2
- Ørðavík3028-2-6,7
- Ørðavíkslíð586023,4
Fámjins kommuna8581-4-4,7
- Fámjin8581-4-4,7
Hovs kommuna103101-2-1,9
- Hov103101-2-1,9
Porkeris kommuna32832800,0
- Porkeri32832800,0
Vágs kommuna1.3701.366-4-0,3
- Vágur1.3701.366-4-0,3
Sumbiar kommuna350349-1-0,3
- Lopra838967,2
- Sumba252247-5-2,0
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1513-2-13,3





Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder