2024-01-10 18:55
NÚ ERU 4.017 HARUR SKRÁSETTAR
Tað gongur framá við skrásetingini av harunum, sum vórðu skotnar í 2023.
Nú eru 416 túrar skrásettir í 118 høgum kring landið. Men enn mangla nógv tøl .
Á kortinum niðanfyri sæst, hvat er skrásett higartil.
Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.
Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.
Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2023.
Er fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”. Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald