Ebo Krdum er viðurkendur og fjølvirðisløntur sangari, aktivistur og listafólk. Hann er búsitandi í Svøríki, men er upprunaliga úr Darfur í vestur-Sudan, haðani hann flýddi, tá kríggið herjaði. Í tónleikinum hjá Ebo Krdum renna afrikanskt blues og afrobeat og norðurlendskur fólkatónleikur saman í eina hægri eind. Á konsertini spælir hann saman við svensku Anna Möller og Ale Möller. Ale er kendur sum ein tann størsti slóðbrótarin innan Norðurlendskan fólkatónleik og hevur m.a. fingið hægsta heiður innan fólkatónleik: "Folk Alliance Lifetime Achievement Award". Ein virðisløn sum m.a. Joni Mitchell, Bob Dylan, Harry Belafontre og Joan Baez eisini hava fingið.
Ebo Krdum er tilnevndur tónlistarvirðisløn Norðurlandaráðsins 2022.
Eitt av endamálunum við fjølmentanarvikuni er at hátíðarhalda tær ymsu mentanirnar, sum eru í Føroyum, og áðrenn Ebo Krdum fer á pallin, hoyra vit frá tveimum tónleikarum, sum eru fluttir til Føroya úr Latínamerika: sangarin Cinthia González úr Kili og gittarleikarin Sergio Martinez úr Meksiko. Til hetta serliga høvið hava Cinthia og Sergio funnið saman at tulka Latínamerikanskan tónleik. Tey fara at forkela okkara oyru við sangum úr Kilenska fólkaminninum og øðrum vøkrum tónleiki úr Argentina, Puerto Riko og Meksiko.
Hetta verður ein konsert um líkarætt, margfeldi og frælsi.
Til setanina av fjølmentanarvikuni bjóða Útlendingastovan og Tórshavnar kommunu til eina fjølbroytta skrá av tónleiki, røðum, dansi og ábiti. Øll eru vælkomin.
- oktobur, kl. 15
Almenn setan - Fjølmentanarvika 2022
- oktobur, kl. 19.30
Konsert
Ebo Krdum + Cinthia González & Sergio Martinez
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald