Hetta er partur av Nordic Adventure Race 2022, sum byrjaði í Havnadali 27 juni, tá Arni Skaalum, núverandi fiskimálaráðharri og gamal skóti, og Símun Michael Sørensen formaður í Føroya Skótaráð, settu leguna.
Luttakarinum eru úr Noregi, Svøríki, Finland, Danmark og Føroyum í aldrinum 13 til 17 ár. Á á leguni eru tey skipaði í 6 skótapatruljur, har hvør einstøk patrulja hevur luttakara úr minst trimum londum.
Sum navnið sigur, so er henda legan skipa sum er eitt 'Race', ella postarenning í føroysku náttúruni.
Síðani mánadagin hava tey róð kapp uppá tíð við Teináringinum, gingið millum bygdir í mjørka, havt fiskikapping við sluppini Westward Ho, og síðani hagreitt fiskin í Kirkjubø. Hagani til Leynavatn, har tey bygdu tunnuflakar og sigldu kapp við teimum, og nú mikukvøldið er legan komin til Kvívíkar.
Skótarnir yvirnátta í 'bivakkum', sum verða riggaði til við gongustavum og presendingum, og eru tær riggaðir til í skótagarðinum í Kvívík og millum trøini í hugnaliga prestagarðinum á Kirkuteigi í Kvívík. Í morgin liggur leiðin til Kollafjarðar og síðani til Selatraðar. Legan endar tann 4. juli á skótadeplinum í Havnadali.
Legan verður fyrisskipað undir Nordisk Spejderkomité (NSK), og er hetta fyrsta legan av hesum slag. Upprunaliga var ætlanin at hon skuldi verða í 2018, men vegna ymsum umstøðum, m.a. Koronasóttini, er hon seinkað til í ár. Í Føroyum er tað Føroya Skótaráð, sum skipar fyri.
Meira kunning:
Heimasíðan hjá Nordisk Speiderkomité: https://speidereinorden.org/
Um Nordic Adventure Race 2022, sí https://www.facebook.com/NordicAdventureRace2020/
har eisini myndir eru frá leguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald