Mentan

Níggju verkætlanir fingið stuðul til gransking

Níggju verkætlanir hava fingið tilsamans góðar 8 mió. kr. í stuðli frá Granskingarráðnum.

2022-05-26 20:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gransking.fo: Íalt 32 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um slakar 25 mió. kr. Játtanarparturin er um 30%. Helmingurin av játtanini er latin til ph.d.-verkætlanir. 

Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

7,5 mió. kr. vóru tøkar á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking í ár. Játtanin hevur verið óbroytt í fleiri ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað aftur. 

Yvirlit yvir stuðlaðar verkætlanir:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/niggju-verkaetlanir-fingid-studul-til-gransking/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder