Mentan

Nelly Moar (NO) er 20. navnið á G! skránni

G! Festivalurin kunnger, at R&B stjørnuskotið Nelly Moar, spælir á ársins festivali.

2024-03-20 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er størsta R&B vónin tey eiga!

Talan er um ungt stjørnuskot, sum longu hevur verið tilnevnd Spellemannprisen (Norsk FMA virðisløn). 

Við uppruna í djasslærdómi spælir Nelly Moar sína egnu tulking av R&B, har hon snildisliga blandar 2-step uppí kantutu og heitu framleiðslurnar. 

G! festivalurin var har, tá ið Nelly Moar herfyri spældi við bólki sínum fyri fullum sali í Grøningen, Hollandi. Framførslan var fullkomiliga framúr. Ótrúliga evnaríku tónlistarfólkini, sum øll hava gingið í djasskúla saman, hava handverkið uppá pláss, og spæla ómetaliga væl saman. 

Tað verður ein gløðandi løta, tá ið Nelly Moar trínur á pallin á G! 2024. 

Síðan í januar hevur G! hvønn týsdag kunngjørt eitt nýtt navn, og í Spæl Føroyskt vikuni vórðu 7 nøvn kunngjørd, hetta merkir, at nú eru 20 nøvn á komin á skránna:  Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) og Agat (IL). 

Men stúrið ei, enn eru hópin av spennandi nøvnum eftir at avdúka. Fylg við, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Tú mást fara!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder