Í dag eru júst 20 ár síðan at barnagarðurin Sóljugarður í Sandavági lat upp.
Nógv fólk vóru komin í Sóljugarð at hátíðar halda dagin saman við børnum og starvsfólkunum.
Nógv var gjørt burturúr, har fekst grillmatur, køkur og kaffi.
Børnini sungu ein sang, sum Rúna á Rógvi hevði yrkt til dagin.
Leiðarin - Helena Skarðenni og borgmeistarin Bjarni Prior - hildu røður.
Borgmeistarin handaði blómur til leiðaran fyri Sóljugarði - Helenu Skarðenni og somuleiðis fingu Andrea Haraldsen, Anetta Henriksen og Ann Mari Falkvard blómur, tær tríggjar hava starvast frá byrjan í Sóljugarði-
Aftaná hugnaðu øll sær í góðveðrinum uttanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald