2022-10-29 23:19
Seyðasýning hevur í dag verið í Loftapakkhúsinum í Sandavági.
Nógv fólk vóru til sýningina, og var eisini okkurt gott til góman at fáa.
Sýnsmennirnir vóru: Tórður á Presttrøðni, Arnjohn Hvítklett og Ellef Ellefsen.
Tað var Reynhagi ið fór avstað við tí mesta í dag. Hagin var bestur, og átti eisini vakrasta og 3. vakrasta veðragjólingar. Sundshagi var næstbestur hagi, og átti eisini næst vakrasta veðragjóling. Eyðansstovuhagin var 3. bestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald