Mentan

Myndir: Minningarløta í samband við 100 ára dagin fyri ringa útróðrardagin

Tað var ein sera væl fyriskipað løta í bygdaskúlanum í Miðvági í kvøld og ikki minni gevandi- og áhugaverd løta, sum skilst, so er ætlanin at fáa tilfarið út í bók, sum kann verða starturin til ættarsamling av miðvingum, tað er orduliga spennandi. Nógv fólk var til tiltakið.

2023-11-14 22:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag eru 100 ár liðin síðani ringa útróðrardagin 14. november 1923, tá fýra mans úr Miðvági (úr Húsi og av Dalbø) sjólótust á Tanganum og 20 mans vóru bjargaðir í truplum umstøðum.


Hendan dagin vóru 5 bátar úr Húsi á útróðri, tá knappliga kavastormur av landnyrðingi norðri brast á. Róð varð við árabátum (4-, 5- og 6- mannafør). Báturin Proppur koppaði og fýra av fimm monnum sjólótust. Hinir bátarnir vóru eisini illa staddir og tveir mans fingu seinni heiðursløn frá Carnigiefondinum fyri "heltemodig redningstjeneste." Tríggir av teimum 20 monnunum, ið vórðu bjargaðir, sjólótust 19 ár seinni við Nýggjaberg.

Fólkateljingin frá 1921 vísir, at tað vóru 41 sethús (235 fólk) í Húsi, á Dalbø og á Bakkanum um hetta mundi. 25 mans úr 15 av húsunum vóru farnir til útróðrar hendan dagin. Um 11 tíðina brast hann á við kavastormi av ringasta slag, 4 mans sjólótust og 20 vóru bjargaðir. Av teimum 20 monnunum, doyðu 3 teirra 19 ár seinni við Nýggjaberg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder