2023-05-10 23:02

Í kvøld hava nógv fólk verið á Giljanesi og velt. Talan var um starvsfólk við familju hjá Betri banka, sum hava sett 12 tunnur av eplum niður, sum svarar til omanfyri 14.000 eplir.
Hetta starvsfólkatiltakið byrjaði í fjør. Tá var velt í bóndabønum á Ryggi í Miðvági. Tá vóru sjey tunnur settar niður, og fingu tey fýra tons av eplum upp aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald