07 Vestur tók seinnapartin ímóti EB/Streymi.
Tað var 07 Vestur, sum fekk eina dreymabyrjan uppá dystin. Jasper Van Der Heydan skoraði til 1-0 eftir 3. minuttir. Tá ið 8. minuttir vóru leiktir økti Mads Borchers til 2-0. Teitur Olsen skoraði til 3-0 eftir 13. minuttir. Dánjal Godtfred minkaði um munin eftir 18. minuttir. Beint fyri hálvleik skoraði Ronni Møller Iversen av egnari hálvu til 4-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður tá ið Gutti Dahl Olsen minkaði um munin til 4-2. Andras Olsen minkaði um munin niður í eitt mál til 4-3 eftir 68. minuttir. Jay Getachew Andersen javnaði fyri EB/Streym tá ið 75. minuttir vóru leiktir.
Leingi sá út til at liðini fóru at deila stigini á Dungasandi, men Mads Borchers vildi tað ørvísi, og skoraði til 5-4 eftir 95. minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald