2023-06-01 07:17
Myndirnar eru harumframt ein tilvísing til ein túr, sum verður vístur á einum korti.
Tekstirnir eru bæði á føroyskum og enskum.
Allur ágóðin fer til Leguhúsið í Nesvík – sum aftur verður til gagn fyri allar føroyingar.
Prísurin er kr. 98,- og fæst hann í bókabúðunum kring landið.
Finleif Mortensen og Sjúrður Poulsen standa fyri útgávuni. Finleif hevur tikið allar myndirnar.
Hetta er 7. árið, at myndakalendarin kemur út. Myndirnar svara til árstíðirnar og eru kring alt landið.
Eitt gott hugskot at hava við sær, nú summarferian stundar til, at geva sum gávu til tey ein fer at vitja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald