Mentan

Minningarløta í samband við 100 ára dagin fyri ringa útróðrardagin 14. november 1923

Í morgin, týsdagin 14. november eru 100 ár liðin síðani ringa útróðrardagin 14. november 1923, tá fýra mans úr Miðvági (úr Húsi og av Dalbø) sjólótust á Tanganum og 20 mans vóru bjargaðir í truplum umstøðum. 

2023-11-13 20:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hendan dagin vóru 5 bátar úr Húsi á útróðri, tá knappliga kavastormur av landnyrðingi norðri brast á. Róð varð við árabátum (4-, 5- og 6- mannafør). Báturin Proppur koppaði og fýra av fimm monnum sjólótust. Hinir bátarnir vóru eisini illa staddir og tveir mans fingu seinni heiðursløn frá Carnigiefondinum fyri "heltemodig redningstjeneste." Tríggir av teimum 20 monnunum, ið vórðu bjargaðir, sjólótust 19 ár seinni við Nýggjaberg.

Fólkateljingin frá 1921 vísir, at tað vóru 41 sethús (235 fólk) í Húsi, á Dalbø og á Bakkanum um hetta mundi. 25 mans úr 15 av húsunum vóru farnir til útróðrar hendan dagin. Um 11 tíðina brast hann á við kavastormi av ringasta slag, 4 mans sjólótust og 20 vóru bjargaðir. Av teimum 20 monnunum, doyðu 3 teirra 19 ár seinni við Nýggjaberg.

Týsdagin 14. november 2023 kl. 18.30 verður minningarløta við minnisvarðan í Miðvági. Marjun í Kálvalíð, prestur hevur andakt og kransur verður lagdur. Teir sum sjólótust hendan dagin vóru: Hans Dánial Joensen (29 ár), brøðurnir Jørgen F. Joensen (19 ár) og Johannes N. Joensen (17 ár), og Karl Johansen (17 ár).

Aftaná minningarløtuna við minnisvarðan, verður minnisløta í bygdaskúlanum kl. 19:15. Har vera frágreiðingar um ringa útróðrardagin fyri 100 árum síðan. Sámal Ravnsfjall, Systkini á Løgmansbø og Tórfríð Tavsen fara at framføra nakrar sangir og aftaná verður drekka og framsýning við ymiskum frásøgnum frá degnum og heiðurslønin frá Carnigiegrunninum verður vístar, umframt brot úr fólkateljingini frá 1921 og úr bókini um Kirkjugarðar í Vágum.

Stigtakarar til minnisløtuna eru Andras Davidsen, Jan Johannesen og Kári Thorsteinsson, saman við Vága kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder