Ársmetið fyri nýggjar lærusáttmálar er frá 2007. Í teimum góðu árunum frá 2006 til 2008, tá farið var undir fleiri stórar byggiverkætlanir, setti lærlingatalið met. Í 2007, sum er tað árið, har flest lærusáttmálar vórðu gjørdir, fóru heili 417 fólk í læru. Teir 417 sáttmálarnir vóru býttir á 39 ymiskar yrkisútbúgvingar.
Tá fíggjarkreppan leikaði á árini 2008 og 2009 fall lærlingatalið nógv og kom í 2009 niður á 175 nýggjar sáttmálar, sum er á støði við 2002. Síðan fíggjarkreppuna er talið av nýggjum sáttmálum hækkað aftur ár fyri ár og hevur seinastu fýra árini verið rættiliga støðugt við umleið 380 nýggjum sáttmálum hvørt ár, uttan í 2020, tá koronufarsóttin setti sín dám á samfelagið. Tað árið var talið av nýggjum sáttmálum 344.
Í dag er støðan eins góð sum í 2007. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár vóru 367 fólk farin í læru innan 40 ymiskar yrkisútbúgvingar. Umleið 70 føroyskar yrkisútbúgvingar eru at velja ímillum.
Miðalaldurin á teimum, sum byrja í læru í dag, er beint undir 23 ár og er tað eitt vet hægri enn í 2007, tá miðalaldurin var 22 ár.
Fleiri hagtøl um yrkisútbúgvingarnar eru at finna her
Kelda: Yrkisdepilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald