Talan er um 55-ára gamla Martin Tvede Zachariasen, sum frammanundan er atknýttur professari í teldufrøði og prorektari fyri góðsku og útbúgving á Setrinum.
Martin er fyrrverandi rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn, og hetta seinasta árið hevur hann eisini stuðlað Setrinum við at skipa nýggju master-útbúgvingina í dátuvísindum, sum Náttúruvísindadeildin bjóðar út næsta lestrarár.
Útbúgvingarliga bakgrundin hjá Martini er ph.d. og dr.scient. í teldufrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn, har hann eisini var leiðari á Teldufrøðideildini frá 2008 til 2014. Frá 2015 til 2018 var hann dekanur á Náttúruvísindadeildini á Syddansk Universiteti, til hann fór í starv á IT-Universitetinum í Keypmannahavn.
Hansara útbúgvingarleið byrjaði annars á Fróðskaparsetrinum, har hann millum tey fyrstu stóð bachelorprógv í teldufrøði í 1989, og so gongur hann eisini í fótasporunum hjá pápanum, Peturi Zachariassen, sum var rektari á Setrinum frá 1987 til 1990.
“Eg gleði meg til at taka við starvinum sum rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya. Líka síðani eg fekk bachelorútbúgving mína her, havi eg havt eitt tætt tilknýti til Setrið, og eg havi altíð nýtt høvi til at minna føroyska samfelagið á tann stóra týdningin, sum okkara universitet hevur fyri Føroyar. Eg merki góðan og hollan politiskan stuðul til Setrið, og eg vóni, at eg gerist rektarin, sum umsíðir fær savnað Setrið – sum fremsta vitanardepil landsins - í eitt felags universitetskampus”, sigur Martin Tvede Zachariasen.
Tilsamans átta umsóknir vóru til starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya og bara eitt tilmæli.
Ein samd setanarnevnd mælti til at seta Martin Tvede Zachariasen í starvið, og eitt samt stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya gjørdi av at seta hann sum nýggjan rektara.
Martin Tvede Zachariasen tekur við starvinum sum rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya 1. januar 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald