Bíbliufelagið vónar, at kirkjur, samkomur og onnur vilja stuðla Bíbliufelagnum at fáa Guds orð út til alt Føroya fólk.
Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum, og er hetta ein munandi partur av fíggjarliga grundarlagnum undir Bíbliufelagnum.
Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at týða og útgeva Bíbliuna og bíbilskt tilfar til allar føroyingar, so vit øll hava møguleika at lesa Bíbliuna á móðurmálinum.
Vit stuðla eisini øðrum tjóðum í hesum. M.a. vóru yvir 125.000 kr. innsavnaðar í Føroym og sendar til Ukrainska Bíbliufelagið 10. mai í ár. Vit takka hjartaliga fyri stuðulin! Felagið stuðlar eisini sjónvarpsrásini Sat 7, ið m.a. ger undirvísingar- og kristiligt tilfar til Miðeysturs og Norðurafrika.
Nýggja bíbliuumsetingin hevur hægstu raðfesting. Umsetingin er komin væl ávegis, men andaligur og fíggjarligur stuðul krevst, um tað skal eydnast at fáa útgávuna lidna í 2023, sum ætlað.
Endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum – Nýggja Testamenti á gerandisføroyskum – krevur sítt, og er komin væl ávegis. Eftir ætlan kemur endurskoðaði Nýggi Sáttmálin eisini út í 2023.
Meiri fæst at vita á www.biblia.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald