Mentan

Magnus Sørensen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Frá 10 til 14 juni hevur Magnus Sørensen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

2022-06-09 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Magnus er ein fjøltáttaður listamaður. Umframt at gera littekningar, so fæst hann eisini nógv við tónleik.

Magnus er 32 ára gamal, ættaður úr Tórshavn og býr í Sørvági. Hann hevur tekna og mála síðani hann var smádrongur. Hann teknar hvønn dag, er sera virkin og fær nógv av skaftið í Skáanum í Miðvági, har hann arbeiðir til dagligt. Skáin er eitt veristað, har fólk koma hvønn dag, sum dáma at gera nakað handaligt.

Hann lýsir ymisk myndaevni so sum víðakend fólk, landsløg, djór og annað. Framsýningin letur upp fríggjadagin 10 juni. Opið er frá kl. 15-18 hesar dagarnar.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Kaffi og smákakur eru at fáa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder