Leikurin tekur okkum við til tann uppspunna dagin í 2033, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark. Vit fylgja trimum sjónvarpsvertinnum, sum úr hvør sínum landi í Ríkisfelagsskapinum og hvør sínari sjónvarpsstovu skulu viðmerkja og stýra degnum. Okkurt fáa tær tó ikki stýrt. Ein hjálandadevul leypir á tøknina og verður tað eitt verri óskil.
Ein av sjónvarpsvertinnunum er føroyska Mariann Hansen, ið vit m.a. kenna frá sjónvarpsrøðini Trom og stuttfilminum Ikki illa meint. Mong kenna helst eisini leikstjórarnar, nevniliga dansk-svenska Daniel Wedel og íslendska Egill Palsson.
Handan Løsrivelsen er norðurlendska sjónleikarakollektivið Paradox, ið viðger politisk viðkvom og eym evni. Fyrr hava tey t.d. viðgjørt evni sum danskan asylpolitik, romair í Skandinavia og fake news. Nú er tíðin komin til loysingar-heildarspurningin. At granska hvørjar kenslur liggja handan ynskinum um loysing og hvønn týðning loysing fer at hava - bæði fyri tann einstaka og fyri sjálvsuppfatanina hjá teimum trimum londunum.
Leikurin hevur frumframførslu í Nuuk, men kemur hereftir framvið Norðurlandahúsið og verður sýndur 16., 17. og 18. juni kl. 19.30.
Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.
Liðið handan Løsrivelsen
Leikrit: Vivi Sørensen (GL) og Daniel Wedel (DK/SE)
Leikstjórn: Egill Palsson (IS) og Daniel Wedel (DK/SE)
Pallur: Martin Eriksson (SE)
Leikarar: Mariann Hansen (FO), Karina Møller (GL), Henriette Rosenbeck (DK) og Mohamed Ali Osman (DK/SO)
Framleiðsla: Durita Sumberg (FO) og Henriette Rosenbeck (DK)
Myndatøka: Søren Meisner
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald