Mentan

Listastovan hýsir framsýning fulla av kontrastum

Fríggjadagin 12. August kl. 17.00 verður fernisering í Listastovuni í Miðvági av hugtakandi framsýningini ‘Bittersweet’, ið Jana Jonhardsdóttir og Mia Smith sýna fram. Til ferniseringina kemur Lyon at spæla nakrar góðar tónar saman við orkestrið, og okkurt leskandi verður at fáa til vitjandi.

2022-08-10 17:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

23. juni bleiv felagið Listastovan sett á stovn og hetta er fyrsta tiltakið, ið nýggja nevndin stendur fyri. Nevndin vónar at framsýningin verður væl móttikin, av bæði lokalum í økinum, og avbygdarfólki. Serstaka framsýningin er gjørd júst til hetta høvi, og kann tí ikki upplivast aðrastaðni.

Hetta er ein framsýning full av kontrastum. Á yvirflatuni eru listaverkini hjá hesum báðum kvinnum so ymisk, sum nakað kann verða. Verkini hjá Janu, sum ofta eru stór og svørt-hvít, standa í øgiligum kontrasti til teir lítlu pastellittu figurarnar, ið mynda verkini hjá Miu. Men grevur ein eitt sindur djypri, byrjar ein kortini at síggja eitt samband knýtast millum hesar listakvinnur.

Báðar kvinnur, ið ávikavist eru 34 og 29 ár, eru uppvaksnar í Føroyum og starvast fakliga innan grafiskt design. Báðar hava tær ein sera naknan og erligan framferðarhátt, ið gevur teirra verkum eina ónoktiliga megi á hvør sín serstaka hátt.

Framsýningin er ókeypis.

Opið er 12 – 25. August:

Mánadag til fríggjadag kl. 15–17

Leygardag og sunnudag kl. 13–17


Adressa: Gummaldagøta 2, Miðvágur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder