Barbara í Gongini er kendasti avantgardesniðgevi Føroya, og er hon serliga kend fyri síni eyðkendu ráu, svørtu snið, sum flætta saman stórbýarinnar hvøssu kantar við villu náttúruna í Føroyum. Sonur hennara, Hauge í Gongini Djernis, fæst við eitt heilt annað slag av list; hann arbeiðir m.a. við talgildari list, sum tekur støði í vitlíki og animatión.
Listaverk teirra verða flættað saman í framsýningini, Úrbregði, sum letur upp í Norðurlandahúsinum 2. februar. Framsýningin bjóðar við sjónbondum, innsetingarlist og sniðgávu siðbundna handverkinum og klædnavirkinum av. Listafólkini kanna tilknýti og samleika, og rannsaka teirra felags føroyska arv.
Verkini eru evnað til við at petta tað kenda sundur, broyta bygnaðin og seta tey saman aftur heilt øðrvísi; harav heitið á framsýningini - Úrbregði.
Framsýningin er opin til 3. mars. Øll eru vælkomin til fernisering 2. februar, kl. 17.
Barbaru í Gongini
Barbara í Gongini var borin í heim í 1966 í Fuglafirði. Hon sýndi fram á fyrsta sinni í 2000, stutt fyri at hon gjørdist ein partur av sniðgávuhandlinum, Könrøg. Hon stovnaði BARBARA I GONGINI í 2005. Barbara í Gongini hevur seinastu árini verið við í fleiri norðurlendskum samstørvum innan list og snið, eitt av hesum - tað seinasta - var framsýningin The Weather Diaries, sum var bæði í Frankfurt (2018) og í Seattle (2019). Barbara í Gongini fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2017.
Hauge í Gongini Djernis
Hauge í Gongini Djernis var borin í heim í 1996 í Keypmannahavn. Hann gongur á listaakademi í Tróndheimi og arbeiðir bæði talgilt og samgilt. Sum hálvur føroyingur arbeiðir hann m.a. við sínum tilknýti til eitt land og náttúru, sum goyma nógv minni og nógvar søgur í sær.
Úrbregði (da. Mutationer) hevur verið sýnd á Norðurbryggjuni í Keypmannhavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald