Árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi í Havn, har bæði ólærd, sjálvlærd og onnur sýna fram síni listaverk. Sum altíð, er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerðarendamál, sum hesaferð er Fountainhúsið.
Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð.
Arbeitt verður eftir leiðregluni, at øll kunnu gerast betur fyri og mennast ígjøgnum týðandi relatiónir, felagsskap, arbeiði ella útbúgving. Fountainhúsið kann bjóða ein skipaðan gerandisdag við týdningarmiklum arbeiðsuppgávum og endurvenjing av styrkjum – bæði fakliga, persónliga og sosialt. Sosiali felagsskapurin er somuleiðis ein týðandi partur av Fountainhúsinum og møguleikin er eisini fyri at skapa nýggj vinabond. Fountainhúsið er eitt gott átak, sum Lions Tórshavn fegið vil stuðla við ágóðanum frá ólavsøkuframsýningini.
Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi letur upp seinnapartin mikudagin 27. juli og heldur fram ólavsøkudag, ólavsøkuaftan og leygardagin 30. juli. Mikudagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og leygardagin er opið klokkan 16-20.
Men eingin framsýning uttan listaverk og longu nú ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk til framsýningina. Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er hósdagin 21. juli, og listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi sunnudagin 24. juli millum klokkan 16 og 18, og óseldir málningar skulu heintast aftur leygardagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.
Nærri kunning um, hvussu ein kann melda seg til, sæst á www.lions.fo ella á www.facebook.com/lionstorshavn, og eins og gjørt hevur verið hesi síðstu árini, kann hvør framsýnari í mesta lagi hava trý listaverk við.
Leinkja til tilmeldingarskjal: https://lionstorshavn.wufoo.com/forms/so7dk7c12op928/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald