Sigrar eru vunnir, tað eru hendar broytingar, og vit eru á rættari leið sum samfelag. Men enn er nógv eftir at stríðast fyri, og fyrst fyri stendur løgfrøðiligt kynskifti til tvørkynd.
Vit vilja tí á 11 ára stovningardegnum heita á politisku skipanina um at fáa løgfrøðiligt kynskiftið á skrá. Tað er átrokandi neyðugt at fáa framt hesa lógarbroytingina, sum hevði gjørt lívið og gerandisdagin fyri tvørkynd bæði lættari og betri.
Í samband við 11 ára dagin hava vit opið hús á Mentanarnáttini 3 juni í okkara litføgru hølum í Tórsgøtu 16. Har verður listaframsýningin “List fyri tolsemi”, og eisini bjóða vit kaffi og kaku. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nýggja átakið ÆLABOGAVINIR er fari av bakkastokki í dag.
Sum ælabogavinur stuðlar tú týdningarmikla arbeiðinum hjá LGBT+ Føroyum.
Øll kunnu gerast ælabogavinir, og vit eru sera takksom fyri hvønn tann einasta nýggja ælabogavin, vit fáa.
Hvønn mánað stuðlar tú við ávísari upphædd, sum fer til at skapa eitt rúmligt og litríkt samfelag, sum virðir ymiskleika og fjølbroytni.
Besta føðingardagsgávan hevði verið at fingið eina rúgvu av ÆLABOGAVINUM
Um tú hevur hug at gerast ælabogavinur, kanst tú gera tað umvegis leinkjuna her:
https://www.minrokning.fo/portal/templatePayer/33G4OHtNjZV7iulBNGtUHKberL9_oTre-DzMBRhN3S3YK1nSuirjv1kU9bEvrPg5-XHyPNAQrvPy6gdQAdPp0w2?fbclid=IwAR1fkBRCahqRzVipuo2-TXk6OJk3TXx_vnF3dpUwHI_mUtHb0FJwD9Gunb4
Fleiri vit eru, meira gott kunnu vit gera
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald