Mentan

Landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi gav kr. 5.177.144,90 kr

Tað gekk sera væl hjá Bláa Krossi við landsinnsavnanini

2022-11-05 15:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið, 1. oktobur, var landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya send beinleiðis í Kringvarpi Føroya, og tilsamans vóru kr. 5.177.144,90 savnaðar inn.

“Landsinnsavnanin í ár var at fáa pening inn til fyribyrgjandi arbeiðið ímillum børn, ung og familjur í Føroyum, og at vísa á tey tilboð, ið Blái Krossur bjóðar. Blái Krossur Føroya er ein felagsskapur í støðugari menning, og við pengunum fáa vit ment fyribyrgjandi arbeiðið. Vit vilja so inniliga takka øllum føroyingum, ið hava stuðla okkum til hesa landsinnsavnanina - og sum heild fyri alla vælvild, vit møta,” sigur Dakko Petersen.

Tað ber til at lesa um arbeiðið hjá Bláa Krossi Føroya á www.blakross.fo. Ynskir tú at síggja sendingina, so er leinkjan her: https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=145640

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder