
Kvøldseta um Sandoyartunnilin
Nú styttist til Sandoyartunnilin letur upp.
Í hesum sambandi skipar Visit Sandoy fyri tiltaki í Virkinum á Sandi hóskvøldið 19.30, har tosað verður um, hvussu hetta fer at ávirka Sandoynna – og hvussu hetta fer at ávirka restina av Føroyum. Øll eru vælkomin!
Teistin siglir kl. 17.20 av Gomlurætt.
Skráin:
Hanna á Reynatúgvu, varaborgarstjóri og forkvinna í samstarvsnevndini fyri Visit Sandoy, bjóðar vælkomin.
Rógvi Ólavsson, samfelagsfrøðingur, tosar um samfelagsligu støðuna fyri og eftir tunnilin.
Hákun Steingrímsson, stjóri á MBM, fortelur um fyrimunin at vera í eini útjaðarakommunu, nú MBM fer at virka ost í Skálavík.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Norðoy, heldur upplegg við heitinum “Ferð á ferðavinnuna”.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hevur upplegg, ið kallast “Runavíkingar til Havnar ella havnarfólk til Runavíkar”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald