Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Politi skulu tó, út frá einari vanligari meginreglu um fyrivarni, mæla fólki til at kanna um teirra fýrverk er fevnt av donsku afturkallingunum, og taka øll neyðug trygdaratlit. Afturkallingarnar síggjast á hesari leinkju: https://produkter.dk/mangelfuldeprod
Myndugleikarnir skulu samstundis minna á, at besti hátturin at sleppa undan skaða av fýrverki er at fylgja teimum 5 einføldu ráðunum:
1: Nýt verndarbrillur
2: Skjót bert góðkent fýrverk, ikki heimagjørt ella ólógligt fýrverk
3: Halt ikki tendraðum fýrverki í hondini, men set fýrverkið í ein haldara, sum ikki koppar
4: Halt trygdarfrástøðu og bend teg ikki inn yvir fýrverkið
5: Far ikki aftur til fýrverk, ið ikki brast
Sí eisini: https://arb.fo/news/128/5-god-rad-um-fyrverk
Vinarliga
Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Politi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald