Mentan

Kunning fyri eldri í Vágum um teldur, samleikan og heimabankan

Tað er royndur lutur, at eisini eldri kunnu fáa gagn av teldunum, talgildum tænastum og sosialu miðlunum. Á netinum ber til hjá bæði yngri og eldri at frætta tíðini, hava samband við vinir og kenningar, lesa bøkur og bløð, hoyra tónleik, síggja filmar og bíleggja eitt nú vørur og tænastur.

2022-05-26 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

At hava samband við onnur á netinum og brúka teldutænastur kann fyribyrgja einsemi og tryggja, at eisini eldri, sum hava avmarkaðar førleikar, kunnu vera meira við í samfelagnum.

Vága Pensjónistafelag fer komandi mánakvøld 30. mai kl. 19 at skipa fyri kunning á Skúlanum á Giljanesi um hetta fyri limunum. Fyrst verður stutt greitt frá um teldur og teldunýtslu, og síðan koma fólk frá bankunum og Samleikanum at greiða frá, hvussu heimabankin og Samleikin virka. Tey sum ikki longu hava Samleikan, kunnu verða skráseta til hann, um tey hava pass ella koyrikort við sær.


Nýggir limir kunnu tekna seg hetta kvøldið, og drekkamunnur verður, sigur Vága Pensjónistafelag í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder