Klokkan 2 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein persónur hoyrdi ein brandalarm og luktaði royk frá grannahúsinum. Tað vísti seg, at ein persónur hevði koyrt sær eina ptisa í ovnin, men var sovnaður frá henni. Persónurin vaknaði ikki av brandalarminum, men løgreglan kom á staði og alt spældi væl av.
Klokkan 8 í gjáramorgunin var eitt lítið ferðsluóhapp á Argjum.
Klokkan 10:30 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein persónur ikki var møttur upp til avsoning. Klokkan 1 í nátt var viðkomandi funnin og koyrdur niðan í Mjørkadal.
Klokkan 21 í gjár kom ein fráboðan um, at ein útróðrarbátur tók sjógv inn.
Í Vági og í Hoyvík vóru unglingar til vanda fyri ferðsluna. Teir kastaðu hørð kavabløk eftir bilum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald