Koyr. Bara.
Alt annað er býtt.
Hvat gert tú, meðan tú koyrir?
Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra. Nemliga at koyra. Bara. Alt annað er býtt. Og tað er hetta sum okkara átak um gáloysni varpar ljós á.
Viðkomandi átak um gáloysni í ferðsluni
Í samstarvi við Trygd og Betri trygging, fremja vit átak um gáloysni hesar komandi vikurnar. Kjarnan í átakinum er filmurin ’Koyr. Bara. Alt annað er býtt.’ og varpar hann ljós á tað, sum vit oftast lata okkum órógva av, meðan vit koyra. Nevniliga fartelefonin.
Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkara vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Í Danmark er gáloysni sostatt orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni. Og tí verður tað eisini revsað hart, um tú brúkar handhildna fartelefon, meðan tú koyrir bil.
Í Føroyum er bótin ‘einans’ 1000 kr. RFF mælir til at fylgja tilmæli nr 54 í “Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 – 2027”, um at seta í verk klipp í koyrikortið fyri at brúka handhildna fartelefon, meðan tú koyrir bil.
I Danmark fært tú bæði klipp í koyrikortið, eina bót á 1500kr, umframt 500kr til ‘Offerfonden’, um tú tosar í handhildna fartelefon í bilinum.
Í Noregi er bótin 9.700 norskar krónur, umframt tríggjar ‘prikkar’ í koyrikortið (klipp-skipanin er øðrvísi í Noregi enn í Føroyum og Danmark)
Hvat siga føroyingar um gáloysni og um klipp í koyrikortið?
Tað eru nógv, sum brúka fartelefonina, meðan tey koyra bil. Tað siga tølini hjá løgregluni, og tað siga okkara hugburðskanningar eisini.
Umleið annar hvør metir at gáloysni er høvuðsorsøk til skaðar í ferðsluni. Bara ‘ov nógv ferð’, verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni. Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga nógv, at tey javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.
Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra. Og tað vísa tølini hjá løgregluni eisini.
Yvirlit yvir politimál fyri nýtslu av handhildnari telefon:
2018: 432
2019: 247
2020: 373
2021: 295
2022: 420
2023: 114 (higartil í ár)
Í mars gjørdi Spyr kanning fyri RFF, har vit spurdu um telefonvanar í bilinum. Tað er ikki fyrstu ferð, vit gera kanningina, men hesaferð spurdu vit eisini um hugburðin til bótina og klipp í koyrikortið.
Umleið annar hvør (53%) sigur, at tey ongantíð brúka telefonina, meðan tey koyra bil. 30% siga ‘sjáldan’, 13% ‘viðhvørt’ og 4% ‘ofta’.
Tað er tó sera stórur aldursmunur, har serliga teir yngstu bilførararnir (18-29 ár) í nógv størri mun brúka fartelefonina í bilinum. Her eru tað einans 27%, sum siga, at tey ongantíð brúka telefonina í bilinum. 41% siga ‘sjáldan’, 23% siga ‘viðhvørt’ og heili 10% siga ‘ofta’.
Kanningin vísir eisini, at tað er á leið líka vanligt at brúka fartelefonina til at senda sms, teldupost, ella messenger, sum tað er at tosa í telefon.
Hinvegin eru tað sera fá, sum siga seg brúka fartelefonina til facebook, instagram og aðrar miðlar, meðan tey koyra. Tá eru tað heili 80%, sum svara ‘ongantíð’.
Tá tað kemur til kynsbýti, eru tað í størri mun menn, sum brúka telefonina, meðan teir koyra bil.
Klipp, ella ikki
Fólk eru tvíbýtt, tá vit spyrja um bótina á 1000kr. 40% meta bótina vera hóskandi, meðan 46% meta, at hon eigur at vera hægri. 8% halda at bótin eigur at vera lægri.
Her er aldursmunurin ikki so stórur, men serliga tey 30-44 ára gomlu halda, at bótin er hóskandi.
Annar hvør (52%) halda, at tað eigur at geva klipp í koyrikortið, um bilførari brúkar handhildna fartelefon. 31% siga ‘nei’, meðan 17% ikki vita. Serliga eldru bilførararnir eru samdir í, at klipp í koyrikortið skal setast í verk, meðan hetta talið verður lægri, tess yngri bilførararnir eru.
Góð ráð
- Hevur tú eina snildfon? Veist tú at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir?
- Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra. Bara.
Átakið byrjar 11. apríl og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.
Lovisa Petersen Glerfoss
RFF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald