Mentan

Korndalsgarður á Eiði raðfestur

Teir fysisku karmarnir á stovunum eru betraðir.

2022-11-21 15:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Børn brúka nógvar tímar dagliga á stovni. Tí hevur tað týdning, at umstøðurnar á stovunum eru so góðar, sum gjørligt. Bæði fyri starvsfólkini og børnini. 

Seinasta árið eru fleiri átøk gjørd fyri at betra um hesar umstøður. Starvsfólkahópurin hevur fingið meiri tíð til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum. Hetta hevur havt jaliga ávirkan á bæði starvsfólk og børn. 

Teir fysisku karmarnir á stovunum eru eisini betraðir. Inni á stovum eru ljóðviðurskiftini gjørd betri, og uttandura eru vognskúrar gjørdir. Í  síðstu viku varð nýtt spælipláss tikið í nýtslu. Hetta spælipláss er serliga ætlað vøggustovubørnum. 

Korndalsgarður hevur nógv starvsfólk, sum hava drúgvar royndir á økinum. Men tað legst samstundis  aftur at við námsfrøðingum. Fyri einum góðum árið síðani vóru 2 námsførðingar á stovninum. Í løtuni eru 9 námsfrøðingar knýttir at stovninum.  

Ætlanin er framhaldandi at betra um umstøðurnar hjá starvsfólki og børnum.  

  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder