Mentan

Konsørn við debutplátu

Soniska duoin Konsørn gevur sína fyrstu plátu út á vinyl.

2022-06-15 19:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Konsørn er duoverkætlan mannað av Jan Rúna Poulsen og Mattiasi Kapnas. Konsørn byrjaði á Christianshavn, har teir báðir limirnir vóru grannar. Síðan er bólkurin afturkomin til Føroya og er klárur við fyrstu útgávu síni “1418”.

Mattias og Jan Rúni hava báðir lisið á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium á ávíkavíst klassiskum klaveri og klassiskum slagverki. Tónleikurin er instrumentalur og eyðkendur av einari leitan eftir klangum og samljóðum millum ymisk sløg av klaveri og slagverki.

Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, lýsir tónleikin soleiðis: “...Haldi meg m.a. hoyra drøg úr týskum súrkálsrokki og fronskum nítiára elektronika í tónleikinum - gamaní við egnum filmiskum og sveimandi norðuratlantsdámi...”

Bólkurin framførdi á fyrsta sinni á Summartónum í 2020. Síðan tá hava teir báðir spælt alskyns konsertir og útgivið tvey stakløg, harav annað – “Bei” – vann ársins kompositión á FMA 2021.

Í samstarv við FMX upptók Konsørn trý løg, ið hava verið at sæð í Kringvarpinum í “Í Luftini”. Sí her: https://youtu.be/o-BY58-u9Xk?t=369

Fríggjadagin 17. Juni kemur debutútgávan hjá Konsørn á hillarnar í Tutl. Í hesum sambandi verður útgávutiltak í Tutl handlinum kl 16.30. Harumframt verður útgávukonsertin í auluni í Finsen sama kvøld kl 20.

Plátan, ið ber heitið “1418”, er upptikin í Studio Bloch í Havn og á Sofiegården á Christianshavn. Upptøkurnar eru gjørdar av Theodor Kapnas, Benjamini Petersen og Jan Rúna Poulsen. Ljóðblandað av Theodor Kapnas. Saga Kapna hevur málað húsan.

Atgongumerki kunnu keypast her: https://torsgota.fo/tiltok/konsorn/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder