Mentan

Konsert við Taulov kirkes pigekor og Gøtu Kirkju Ungdómskóri

-

2022-10-15 11:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Taulov kirkes pigekor er m.a. í Føroyum fyri at vitja Gøtu Kirkju Ungdómskór.
Vit hava tí eina felags konsert nú leygardagin 15. okt. kl. 16.30, har gestirnir tó sjálvandi sleppa mest framat við sínum sangi. Men Gøtu Kirkju Ungdómskór fer eisini at framføra nakað av tí, sum kórið arbeiðir við í løtuni, og er hetta eisini fyrsta framførslan hjá fleiri av okkara nýggju kórlimum.
UM TAULOV KIRKES PIGEKOR
Hetta er eitt gentukór, sum oftast syngur til gudstænastur, men tó eisini hevur fleiri konsertir gjøgnum árið.
Til konsertina fer kórið m.a. at framføra:
  • Pie Jesu, eftir Andrew Lloyd Webber
  • Jubilate Deo, eftir Nancy Cobb
  • Lyse nætter Arr. Philip Faber
  • Carl Nielsen: "Potpourri over danske sange" Arr. Lasse Toft Eriksen
  • ... og mangt annað gott.
Vælkomin til eina heystkonsert, har tit sleppa at uppliva 2 ungdómskór, sum bæði leggja dent á at framføra kórsang á høgum støði

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder