Mentan

Konsert í Sørvági

Konsert við Bárði á Lakjuni í Gamla Skúla í Sørvági

2022-10-08 18:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið 29. oktobur fer Bárður á Lakjuni á pall í Gamla Skúla í Sørvági við góðum kórsangarum og væl mannaðum orkestri. Umframt sítt egna tilfar – bæði nýtt og eldri – fer Bárður eisini at framføra einstakar sangir hjá Lenoard Cohen við týðingum eftir Niels Midjord, sála.
Í februar 2020 gav Bárður fyrstu, og higartil einastu, solo-útgávu sína út undir heitinum “Lívsins dansur”. Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra m.a. ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”. Annað tilfar verður at hoyra, eisini slíkt, ið ikki er útgivið áður.
Bárður hevur fingist nógv við tónleik heilt frá barnsbeini av og hevur luttikið bæði sum sangari og sangskrivari á fleiri fløguútgávum. Í arbeiði sínum sum lærari hevur hann m.a. eisini skrivað, týtt og pallsett fleiri størri sangleikir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder