2023-08-15 15:30
Dávur Winther skrivar:
Jacob Jacobsen greiðir frá í einum av sínum sagnasøvnum um ”Kongsdótturina í Nólsoy”. Hon var dóttir ein av teimum mongu Kong James av Skotlandi, men noyddist at flýggja til Føroyar og búsettist í Nólsoy fyri at kunna gifta seg við manninum, hon elskaði.
Tey búðsettust í Korndali omanfyri bygdina, har leividirnar av búseting teirra skulu finnast, sigur søgnin.
Í hesum fantastiska sjón- og sangleiki, er tað ein vallari, sum veit hvar kongsdótturin býr og kemur at fortala seg yvir fyri kongi og siga honum, at hon býr í Nólsoy.
Kongur fer avstað við monnum sínum og finnur fram til Nólsoyar fyri at drepa hetta ”vesalavætti”, sum hevur rænt dóttrina.
Tað, sum kongur ikki veit, er, at dótturin hevur fingið barn við sínum útvalda. Kongur lovar at brenna alla bygdina av, um tey ikki siga sær hvar maðurin, sum tók dóttrina, er.
Men sum í øllum ævintýrum endar alt væl, tá ið dótturin gevur seg til kennar og ber pápanum barnið og biður hann drepa barnið í staðin.
Tá blotnar hansara harða hjarta, og hann fer avstað aftur við sínum monnum. Hann letur dóttrina, mannin og barnið fáa frið. Tey liva eydnusom í Korndali við seinni fleiri børnum.
Hetta er søgn, ið hevur livað í Nólsoy í mong Harrans ár, sum varð sett upp sum leikur í fjør, men tikin fram aftur í ár.
Pallmyndin er ómetaliga flott og snidisliga uppsett. Hon er trýdeild við einum síðupalli, við haga og blómum, har gamli vallarin sigur frá. Síðani ein tómur miðpallur við skiftandi kørmum um ymsan leik.
Úti í síðini til vinstri er ein rullupallur við tveimum høvuðspallum, sum við eini handavend verða nýttir til so nógv ymiskt.
Hetta er hegnisliga uppfunnið og sett saman, og av tí sama er leikferðin høg. Ómetaliga væl sungið av øllum teimum mongu, sum eru á palli, góður tónleikur afturvið og ljóssetingin avbera góð.
Tað kann vera vandamál at byrja at nevna fólk, men Gunnvør og Hilmar Joensen saman við syni teirra, Súna við ljóssetingini eru ein týðandi grundarsteinum í hesum fantastiska leiki. Leikritið hevur Gunvør Reynberg gjørt – Tónleikinum hevur Kim Hansen staðið fyri.
Men telur tú eftir í skránni, so er talan um heili 30 fólk sum so ella so eru við til at fáa framt leikin, tá ið talan er um tøkni, ljós, pall, búnar, hjálparfólk, seymikonur og alt hitt nógv, ið skal til. Til samans eru eini 24 fólk á palli.
Ein ótrúliga flottur leikur, væl spældur, fantastisk pallseting, frágera góður sangur, sum er nógv av, tí hetta er í størsta mun ein sangleikur.
Tað er at fegnast um, at ein so stórur leikur, sum krevur so nóg tøkniliga og av pallinum, kann verða settur upp í lítlu bygdini, Nólsoy - og at hann tó kann gerast so profesionellur, sum um hann var framførdur í einum rættiligum sjónleikarahúsi, heldur enn í einum flakavirki. Framúr – frálíkt!
Í 2017 kom út eitt frímerki við kongsdóttrini og manni hennara á, sum Janus Guttesen hevur sniðgivið.
Tað hevði verið stuttligt, um til bara at fara at ferðast við leikinum – Ella er hetta kanska bert ein dýrgripur, sum hoyrir oynni til?
Takk fyri ein fantastiskan leik!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald