Mentan

Kom í Norðurlandahúsið við grønmetinum, sum tú ætlar at koyra í skrell

Kann mann koyra grønmeti í sankutøðini? Hvussu við kaffigruggi? Hvussu gerst maturin til sankutøð og rotnar ikki?

2023-04-12 13:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Í sambandi við Frítt Flog, festivalurin fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum, kunnu bæði børn og vaksin fáa eina rúgvu at vita um sankutøð. Á festivalinum verða bæði kompostverkstova, kompostframsýning eins og tú kanst taka matleivdir við tær heimanífrá til kompost.

Tað er eitt gott hugskot at fara í holt við sankutøð, um mann hugsar um umhvørvið, tí tá vit tveita grønmeti í sankutøðini heldur enn í skrellispannina, brenna vit av hesum sama minni burturkast, eins og vit sleppa undan kunsttøð, samstundis sum CO2 útlátið minkar við at binda kolevni í jørðina. 

Tjóðhild Patursson undirvísir um sankutøð á festivalinum.

  1. apríl, kl. 14.30
    Kompostverkstova
    við Tjóðhild Patursson (aldursmark: 8+) (fá pláss eftir)

15.-23. apríl, kl. 10-17
Komposthúsið
Framsýning um kompost – og møguleiki at lata tínar matleivdir til sankutøð.

Øll skráin fyri Frítt Flog sæst her: nlh.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder