Fyri fyrstu ferð í 10 ár er Knút aftur aktuellur við plátuútgávu í egnum navni.
Talan er um fjórðu plátuna hjá Knúti, ið ber heitið ‘Hjartasláttur', og nýliga er útkomin á plátufelagnum Tutl.
Knút framførir í Listastovuni saman við bólkinum, ið hevur innspælt plátuna: Torleik Mortensen á bass, Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummur, Mattias Kapnas á klaver og synth, og Knút sjálvur á sang, gittar og synth.
Knút hevur verið ein miðsavnandi figurur á føroyska tónleikapallinum síðani aldarskiftið. Hann hevur verið við á yvir 20 ymiskum tónleikaútgávum, spælt í fleiri ymsum bólkum og verkætlanum, og hevur áður útgivið tríggjar plátur í egnum navni.
Níggju sangir eru á plátuni 'Hjartasláttur'. Knút eigur øll løgini og tekstir til seks av sangunum. Umframt egnu tekstirnar hevur Knút sett løg til tríggjar yrkingar hjá Regin Dahl (1918-2007).
Nýggja plátan fær framúr góð ummæli bæði her heima og uttanlands, eitt nú sigur Ári Rouch soleiðis:
“Vit hava tískil verið mong, sum hava glett okkum til heildarútgávuna, og hevur hon tíbetur livað væl og virðiliga upp til vónirnar. Ársins heildarútgáva í 2023 spyrt tú meg. Vælskrivað løg, tekstir og Regin Dahl tulkingar, alt ílatið framúr framleiðslu.”
Konsertin er partur av Spæl føroyskt vikuni hjá Tónleikasamband Føroya sum upphiting til stóraFaroese Music Award - tónlistavirðislønina, leygarkvøldið 9. mars.
Mentan
Knút í Listastovuni
Knút Háberg Eysturstein í Listastovuni hóskvødið 7. mars 2024.
2024-03-07 07:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald