
Sofus Gregersen í Gøtu sigur frá pápanum Salomon Gregersen, sum róði út í Íslandi tað mesta av 30 árum. Simun Thomsen greiðir frá síni tíð til lands í Heiðarhøfn undir krígnum. Martin í Grund var fyrstu ferð í Íslandi í 1944. Róði út á Eskifirði og var í fullveldisveitslu á Egilsstøðum.
Jakku Davidsen úr Æðuvík misti kjansin við “Goðanesi”, tá hann fór á Flesjarnar í 1957. Hann fekk annan tjans við sama skipara við einum trolbáti á Akuroyri. Seinni var hann í Oyggjunum og tjenti sum ongantíð fyrr. Við í ferðini vóru eisini Sofus Foldbo, Leirvík, Kjartan Johansen, Strondum og Albert Poulsen, Innan Glyvur.
Hetta og annað skrivar Jógvan Arge um í bókini “Tey fóru til Íslands”, ið fæst til keyps kring landið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald