Mentan

Katrin Justinussen heiðrað á URD

Katrin varð í dag heiðrað við silvursheiðursmerki Tórshavnar kommunu á hugnaløtu á URD, har hon hevur starvast síðan upplating – samanlagt hevur hon starvast hjá kommununi í meira enn 36 ár.

2024-03-22 19:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Borgarstjórin helt røðu á tiltakinum í dag og segði m.a., at vit staðfesta aftur og aftur, at tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur, at hava trúgv starvsfólk. Trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Góða Katrin. Tú ert ein av hesum trúgvu starvsfólkunum. Tú hevur starvast í Tórshavnar kommunu í meir enn 36 ár - og eg hoyri nú, at tú ert ongantíð vorðin heiðrað fyri hetta. Og tað kunnu vit ikki hava sitandi á okkum.

- Stutt er at nevna um teg, at tú byrjaði at arbeiða í Dagstovninum við Velbaðstaðvegin sum hjálparfólk í vøggustovuni longu í 1987. Og har arbeiddi tú til 1. august 2019. Øll hesi árini tú arbeiddi við Velbaðstaðvegin vart tú í Gulu stovu.

- Fleiri skifti hevði tú námsfrøðiliga ábyrgd av stovuni, har tú eisini hevði ábyrgd av reingerðini av stovuni og ofta eisini av øllum barnagarðinum eftir arbeiðstíð.

- Tann 1. mai 2019 tókst tú sína fyrstu vakt á Umlættingarheiminum í V. U. Hammerhaimbsgøtu, og har vart tú líka til tað lat aftur tann 1. mai 2021.

- Tá flutti tú saman við hinum starvsfólkunum á Umlættingarheiminum niðan á Urd at arbeiða. Og her ert tú framvegis.

- Eg fari at takka tær hjartaliga fyri títt stóra íkast og tína drúgvu tænastu fyri ung sum gomul í kommununi. Tú hevur sanniliga tikið títt tørn og gjørt tína skyldu, so at vit heiðra teg í dag er sjálvsagt.

- Tað einasta keðiliga við tílíkum fólkum sum tær er, at tey eru so heilt ómetaliga torfør at erstatta. Fólk við tílíkum innliti og slíkum royndum hanga altso ikki á trøunum, so tað er at vóna, at tú verður verandi í mong ár aftrat.

- Tað er soleiðis, at tá mann hevur arbeitt so leingi hjá kommununi sum tú, so hevur tað ávísar fylgjur.

- Og nú tú ert vorðin so púra forsømd, so fara vit fyrst at veita tær eina peningagávu fyri tey fyrstu 24 árini, og síðan silvurheiðursmerki Tórshavnar kommunu fyri tey 30 árini.

- Og tá vit so hittast aftur um 4 ár, so kanst tú fáa gullheiðursmerkið – umframt kongens fortjenstmedalje. Men tað taka vit tá, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri at enda, og takkaði fyri trúfast og gott arbeiði.

Kelda: https://www.torshavn.fo/.../katrin-justinussen-heidrad-a-urd 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder