Mentan

Karl Vidtfeldt gjørdist formaður í B71 bert 15-ára gamal

1.januar 1970 varð Sandoyar Ítróttarfelag, B71 stovnað

2024-01-05 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eli Hentze skrivar á Facebook:

1.januar 1970 varð Sandoyar Ítróttarfelag, B71 stovnað. Ein av teimum, sum luttók á stovnandi aðalfundinum, var núverandi formaður felagsins, Karl Vidtfeldt.
Karl hevur í nøkrum umførum verið formaður hesi 54 árini, felagið hevur verið til.
Fyrstu ferð boð vóru eftir honum var í 1974, tá ið Karl sum 15 ára gamal bleiv valdur formaður. Sostatt eru 50 ár liðin, síðani ímyndin av felagsskapinum í Sandoynni tók við ovastu ábyrgdini.
Havi enn ongantíð fingið eitt nei-svar frá honum óansæð, hvør fyrispurningurin hevur verið. Alt ber til, so ella so. Lætti og jaligi verumátin eru lyndiseyðkenni, ið mynda ALTÍÐ vinarliga, hjálpsama mannin, sum hevur B71 og ítróttin sum óloysiligan part av síni mensku.
Tað er tó ikki bara B71, ið hevur kent ágóðan av hansara hondum. Karl var partur av starvsnevndini í FSF í drúgt áramál. Enn eru boð eftir honum, tá ið UEFA umboð eru her í samband við landsdystir og annað. Mangur útlendingur er borin á lógvum, vístur runt í landinum og fingið serstaka føroyska gestablídni at kent, tá ið Karl er vertur.
Hóast Karl er nøkur ár eldri enn eg, eru vit enn spælivinir á vøllinum, so sum vit hava verið alt síðani 1986, tá ið besta lið felagsins á mannfólkasíðuni leikti í 3.deild. Nú hugna vit okkum saman á Old Boys liði nakrar ferðir um árið.
Føroyskt ítróttarlív hevur brúk fyri fólkum sum Karl. Føroyskt frítíðarlív hevur brúk fyri eldsálum, sum virka fyri, at vit onnur kunnu kenna okkum væl í hesum felagsskapum. Hesum felagsskapum, sum hava so alstóran týdning fyri okkum menniskju og fyri samfeløg. Her er ikki talan um arbeiði, ikki talan um løn fyri mongu tímarnar. Men til er vinningur og lívsførningur, ið er annað, og meira vert enn alt heimsins gull. Ilt at ímynda sær, hvussu nógvar sálarkrónur regna niður á kiskubotnin, hevur man ikki roynt henda leiklut áður!
Fyri framman stendur enn eitt kappingarár. B71 hevur í stuttu livitíð síni verið á hægstu tindum og í djúpastu dølum. Felagsskapurin er í dag sera vælvirkandi takkað verið frítíðararbeiðnum, ið Karl og onnur við honum fyriskipað her í oynni. Stóra tøkk eiga tit øll uppiborna!
Eg fari hiðani at takka Karl fyri drúgva tænastu og ynskja honum blíðan byr tey mongu komandi árini sum formaður felagsins. Vit koma aftur á gátt í somu ørindum, tá ið tú Karl hátíðarheldur 60 ára formansdagin. Tá skriva vit 2034!
B71 skipaði fyri sera hugnaligum tiltaki tíðliga seinnapartin í dag 1.januar 2024.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder