Portal.fo:
Til tónarnar hjá Nik og Jay við lagnum “Lækker” trein Karl Weihe úr Sandavági í kvøld upp á pallin í Cirkusbygninginum í Keypmannahavn.
Hann fekk á Reality Awards heiðurin sum lekkrasti maðurin í danska realityheiminum.
(Skíggjamynd: Ekstrabladet.dk)
- Eg má nokk takka mammu míni og pápa mínum fyri góðu genini. Tí tað er gott at vera lekkur. Eg elski at vera lekkur, segði sandavágsingurin millum annað í takkarrøðuni.
Karl Weihe er ein av høvuðspersónunum í sendirøðini Ex on the Beach 8, sum varð upptikið í heyst, og hevur verið víst á Discovery+ seinastu vikurnar.
Ex on the Beach er eitt sindur øðrvísi enn aðrar realitysendingar. Tað er eingin vinnari, og fleiri av luttakarunum, sum savnast í stórum summarhúsi í nakrar vikur, eru fyrrverandi unnustar ella ástarvinir.
Les eisini: Gongur striltið hjá Karli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald